Tórshavn (capital)
List & Søvn

Nordic House - Norðurlandahúsið

x

Norðurlandahúsið í Føroyum er ein mentanarstovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Húsið varð bygt í 1983 og hevur síðan tá virkað sum norðurlendskt mentanarhús við eini fjølbroyttari skrá, sum fevnir um allar listagreinar og vendir sær til flest allar áhuga- og aldursbólkar. Norðurlandahúsið er ein staður har nýhugsan og kreativitetur møtast.

Fremsta uppgáva Norðurlandahúsins er sum opið og livandi mentanarhús at vísa fram norðurlendska list og mentan í Føroyum og at útbreiða og styrkja føroyska list og mentan í Norðurlondum. Hesar uppgávur verða mentar í samstarvi við aðrar norðurlendskar stovnar og føroyskar myndugleikar, mentanarstovnar og felagsskapir. Soleiðis luttekur Norðurlandahúsið í einum breitt grundfestum mentanarsamstarvi, sum styrkir sambandið og samlagið millum íbúgvar í Norðurlondunum, og er við til at menna savningarmegina í norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum.

Norðurlandahúsið hevur eitt fakligt stýri við fimm limum, harav eitt er føroyskt og hini fýra úr ymsum norðurlondum. Harafturat hevur húsið eina ráðgevandi nevnd við fimtan umboðum, sum Mentamálaráðið hevur sett. Ovasti myndugleiki hjá Norðurlandahúsinum er Norðurlendska Ráðharraráðið.

Address

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Upplatingartíðir

Mon-Fri 09:00 - 17:00
Sat 10:00 - 17:00
Sun 14:00 - 17:00