27 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Ráðstevnur

Hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja? - Ókeypis skeið

x
Book now
Krabbameinsfelagið skipar fyri skeiðnum.

Skeiðið er ætlað lærarum, námsfrøðingum, heilsufrøðingum, sálarfrøðingum og øðrum, sum í sínum dagliga yrki eru um børn og ung og starvast í skúlaverkinum

Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tá ið álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teim avvarðandi, eisini hjá børnunum. Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet fyri børnini. Tí hava Krabbameinsfelagið og Undirvísingarstýrið tikið stig til eitt skeið um, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja.

Sorg er ikki ein sjúka, men ógvislig lívskor hjá okkum menniskjum. Vit vaksnu eru sum heild betur brynjað at handfara sorg, men børnini hava ein serligan tørv, tá ið foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Vit vita, at sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg standa einsamøll í sorgini. Tað er týðandi, at tað verður handlað skjótt og væl, tí seinárin av sorg geva børnunum enn fleiri trupulleikar at dragast við. Skeiðið skal tí styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin.

Skeiðsleiðari er Per Bøge, barna- og ungdómsleiðari í Kræftens Bekæmpelse í Danmark. Eisini fer Otto Gram, lærari á Tvøroyri, at siga frá, hvussu tey hava arbeitt við sorgartilbúgving á teirra skúla. Børnini sleppa eisini til orðanna.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

27 Sep 09:00 - 15:30

Price

Book now Free