16 Oct - 16 Oct
Tórshavn (capital)
50 DKK
Palllist

Mjørki (FO/IS)

x
Book now
Føroyskt / íslendskur sjónleikur fyri børn (3+), sum kámar markið ímillum vísindi og gudalæru.

Sjónleikurin tekur støðið í nátturfyribrigdinum mjørka, sum hóast alt ikki er nógv meira enn ein hópur av smáum vatndropum; eitt skýggj, sum hvílir á jørðini.

Mjørkavísindafólkini Hulda og Karlsson eru úti við síni útgerð og leita eftir einum óvanliga sjáldsamum slagi av mjørka. Ørindi teirra gerast tó nógv truplari enn vænta, tí mjørkin er fullur av loynidómum. Íblandaður stuttliga vitan um hetta áhugaverda veðurdyribrigdið, letur ein heimur av ævintýri og frumsøgn seg upp á pallinum.

Ein fangandi, hugtakani og lærurík framførsla fyri øll frá aldrinum 3 ár og upp.

Leikarar: Gunnvá Zachariassen (Føroyar) og Hilmir Jensson (Ísland)

Framleitt av: Selur Theater Company. Stuðlað av: Icelandic Stage Arts Fund og Mentanagrunni Landsins.

Longd: 45 minuttir

Mál: Føroyskt og íslendskt

Leikstjóri: Aðalbjörg Árnadóttir

Leikarar: Gunnvá Zachariasen  and Hilmir Jensson

Pallur: Brynja Björnsdóttir

Tónleikur: Gunnar Karel Másson

Ljós: Ólafur Ágúst Stefánsson

Dramaturgi: Salka Guðmundsdóttir

Framleiðari: Davíð Freyr Þórunnarson

Myndir: Brynja Björnsdóttir and Aðalbjörg Árnadóttir

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

16 Oct 2022 14:00 - 14:45
16 Oct 2022 16:00 - 16:45

Price

Book now

Atgongumerki 50 DKK