28 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Barsilsfyrilestur: Børn og skíggjanýtsla

x
Book now
Fyrilestrahaldari: Gitte Klein

Vit liva í eini tíð, har vit eru umgird av talgildum miðlum. Flytførið á skíggjunum og góða netsambandið ger, at vit hava atgongd til skíggjar allastaðni og alla tíðina. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og arbeiðsgongdir. Skíggjar eru komnir fyri at vera, og tað merkir, at vit skulu avgera, hvønn leiklut skíggjar skulu hava í mun til okkara gerandisdag. Nógv bendir á, at ov stór skíggjanýtsla og skeiv skíggjanýtsla hevur negativa ávirkan á okkara trivna og menning, og tí hevur Fòlkaheilsuráðið gjørt nýggj skíggjaráð. Á fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum, og hví neyðugt er við skíggjaráðum.

Gitte Klein er útbúgvin lærari og løggildur sálarfrøðingur, og hevur eina master í positivari sálarfrøði, við serligum denti á skíggjanýtslu. Gitte starvast í Fólkaheilsuráðnum.


Tilmelding/avlýsing

Tiltakið krevur tilmelding. Tađ er avmarkað pláss, so minst til at avlýsa plássið, um tit ikki fáa møtt, so onkur annar kann fáa títt pláss – á nlh@nlh.fo ella á tel. 351 351.

Babyalarmar
Fyrilesturin er opin tvs. at tú kanst melda teg til, hóast tú ikki ert í barsil. Tá skalt tú bert hava í huga, at barnaplutran, bróstageving og babyalarmar eru ein partur av rúminum.

Barnavognar
Norðurlandahúsið hevur allar neyðugar hentleikar. Barnavognarnir kunnu parkerast í einum innskoti aftanfyri húsið, so lætt verđur at sleppa til barnavognin undir fyrilestrinum.

Skifta blæu
Vesi við putliborði er bæði við inngongdina í forhøllini og við síðuna av Skálanum. Við atliti til reinføri, verða tit vinarliga biðin um at skifta børnunum á vesinum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

28 Sep 11:00 - 12:00

Price

Book now Free