22 Oct
Tórshavn (capital)
97 - 195 DKK
Filmar

Geytin 2022

x
Book now
Føroyskt stuttfilmakvøld

Sum vant verður spenningur í luftini, tá Filmsvirðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin verða handaðar. Líkasum undanfarnu árini verður eitt hugnaligt kvøld í Norðurlandahúsinum, har vit fara at vísa filmarnir, sum dómsnevndin hevur valt, skulu verða í kappingini.

Í ár eru vinningarnir á báðum virðisløninum hækkaðar. Runarvíkar Kommuna letur 40.000 kr til Geyta vinnaran, og Tórshavnar Kommuna letur vinnarinum av áskoðaravirðislønini 30.000 kr.

Kringvarp Føroya fer at senda frá tiltakinum, hervið fara tey eisini at vísa filmarnir í sjónvarpinum.

Atkvøðugreislan um áskoðaravirðislønina fer umvegis Sona-appina, so øll kunna atkvøða fyri sínum yndisfilmi, eisini sjónvarpshyggarin. Minst til, at taka SONA-appina niður áðrenn tiltakið byrjar.

Vertur: Finnur Koba

6 filmar eru valdir av dómsnevndini at luttaka í Geytanum 2022. Teir eru:  

Sálarkvøl – Eir í Ólavstovu 

Ver Her – Maria Winther Olsen 

Tokskinnarin – Terji Mohr 

Typiskt – Sølvi Næs Hoydal 

Steinbíturin – Klippfisk (Dina Fríða Poulsen) 

Nonstop – Sølvi Næs Hoydal  

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.  

Í dómsnevndini sita:  

Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið) 
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya) 
Sakaris Stóra (Føroyskt Filmsfólk)  

Tina Wagner (Filmshúsið) 
Pætur M. Dahl (Klippfisk)  

Altjóða limur í dómsnevndini: Valdimar Jóhannson  (Filmsleikstjóri)

Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarp Føroya í samstarvi við SONA.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

22 Oct 19:30 - 22:00

Price

Book now

Lesandi og ung undir 18 ár 97 DKK

Atgongumerki 195 DKK