28 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Ársins bókaverk ’Fuglar okkara’ á stórskíggja

x
Book now
Forlagið Sprotin skipar fyri.

Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hava í mong ár arbeitt við nýggjari bók um fuglar í Føroyum. Bókin lýsir í teksti og myndum øll vill fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum.

Hetta kvøldið verður bókaverkið Fuglar okkara lagt fram. Her verður høvi at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum. Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókina.

Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.

Í verkinum Fuglar okkara verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.

Bókaverkið – trý prýðilig bind í húsa saman við eini fikkubók – verður til keyps í NLH hetta kvøldið og kostar bara 800 kr.

Tiltakið er eitt samstarv ímillum Sprotan og Norðurlandahúsið.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

28 Sep 19:00 - 20:15

Price

Book now Free