23 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

Kafekonsert: Ólavur Højgaard, Niels Olsen og Holgar Jacobsen

x
Útnorðurdagur 2022

Í sambandi við árliga Útnorðurdagin 23. septembur verður skipað fyri ókeypis kafekonsert.

Konsertin verður skipað sum ein hugnalig løta við vestmonnunum Ólavur Højgaard, Niels Olsen og Holgar Jacobsen úr Sørvági. Á skránni verður eitt blandað programm við serligum denti á sangirnir hjá Vestmonnum.

Ólavur og Niels hava í nógv ár saman við Martin Joensen verið tan berandi kjarnan í  kenda bólkinum Vestmenn og Holgar Jacobsen hevur seinastu árini verið ein partur av hesari nýggju trio.

Upprunabólkurin, Vestmenn, varð stovnaður í 1982 og hevur síðani verið livandi partur av føroyska tónleikapallinum. Fyrsta útgávan telist millum mest seldu útgávur í Føroyum yvirhøvur, har serliga ”Eg siti so eina” og ”Ró” hava vunnið hevd sum klassikarar . ”Ró” var í 2018 kosin ”besti sangur seinastu 50 árini”. Ein partur av hesum sangskattinum  o.a. verður at hoyra á Útnorður kafekonsertini, sum byrjar klokkan 16.

Útnorðurdagurin er stuðlaður av Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Um útnorðurdagin
Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags «Útnorðurdag» á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur.  Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 Sep 16:00

Price

Free