23 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Filmar

Dýrið/Lamb (IS) - tilnevndur Norðurlendsku Filmsvirðislønina 2022

x
Book now
Útnorðurdagur 2022

Barnleysu íslendsku bóndahjúnini, María (Noomi Rapace) og Ingvar (Hilmir Snaer Gudnason), hava nógvan seyð, har tey búgva fjart frá øðrum. Tá tey varnast eitt nýlembt, sum kann geva teimum nýtt innihald í gerandisdegnum, gera tey av at taka tað til sín, sum var tað teirra egna. Men ikki gongur sum ætlað. Hetta er fyrsti filmur hjá Valdimari Jóhannsson, sum hevur skrivað søguna saman við Sjón.

Noomi Rapace, sum talar íslendskt, spældi sum smágenta við í íslendska klassikaranum ”Í skugga hrafnsins” í 1988. Í 2009 bleiv hon víðagitin í svenska leiklutinum sum Lisbeth Salander í “Män som hatar kvinnor”, ið bygdi á søgur hjá Stieg Larsson.

Aldursmark: 15 ár

Um útnorðurdagin
Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags «Útnorðurdag» á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur.  Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 Sep 10:00

Price

Book now Free