Tórshavn (capital)
Matur & Drekka

Heimablídni hjá Onnu og Óla

x

Njót eina leskiliga SUPPER CLUB máltíð við makanum, vinum ella starvsfeløgum, og øðrum gestum, hjá bóndahjúnunum Onnu og Óla á Velbastað.
– Ein serstøk uppliving.

HEIMABLÍDNI: SUPPER CLUB verður á skránni í  vár/summar 2019, eins og í fjør..
Vanliga er hetta nakað, ið bert hevur verið møguligt hjá størri bólkum. Men nú ber til hjá øllum, at fáa hesa hugnaligu uppliving.   Tú bíleggur ein stól ella fleiri, til eina nærverandi matuppliving, saman við hinum gestunum, í teimum hugnaligu húsunum hjá Onnu og Óla á Velbastað.
Maturin er heimagjørdur, og grønmetið og kjøtið er av garðinum.
Við í prísinum á 995 kr. er matskrá við 5 rættum, durasnapsur og drekkivørum.
Døgverðin byrjar kl. 19.00

Address

Gerðisbreyt 8, Velbastaður
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Upplatingartíðir

-