23 Aug
Eysturoy
50 - 70 DKK

Við staðbundnum ferðaleiðara í Funningi

x
Book now

Formaðurin í kirkjuráðnum, Sámal P. Petersen er uppvaksin í Funningi og býr har enn. Sámal fer at greiða frá Funnings kirkju og hvønn týdning hon hevur og hevur haft fyri fólkið úr Funningi og nærhendis. Aftaná løtuna í kirkjuni gongur leiðin niðan í gamla skúlan, har Jútta borðreiðir við væl smakkandi pannukøkum og kaffi.

Funningur er ein gomul bygd, um ikki tann elsta í Føroyum. Her angar av søgu! Gomul staðarnøvn, toftir og Grímur Kamban og gamla kirkjan bera boð um, at Funningur hevur eina ríka søgu. Grímur Kamban sigst vera fyrsti landnámsmaðurin. Hann kom higar umleið ár 825, og tað hevur altíð verið ført fram, at hann tók land í Funningi. ‘Landið var funnið’

Niðri á Hólma skilur áin kirkjuna frá kirkjugarðinum, áðrenn hon um ósan rennur út í fjørðin. Funnings Kirkja er ein av teimum tíggju listarligu trækirkjunum, sum framvegis standa uppi. Hon er fimta kirkja á Hólma. Óvist er nær fyrsta kirkjan varð bygd. Tó, vita vit, at tann fyrsta var tikin niður í 1609, so nýggj kundi byggjast í staðin.

Kostnaður: Vaksin: 70 kr. Børn undir 12 ár: 50,-

Dagur: Mánadaga, 23. aug. kl. 14-16

Viðmerkingar: Túrurin hóskar seg til allar aldursbólkar.

Address

Visit Runavík

Heiðavegur 13
600 Saltangará
Eysturoy

Date

23 Aug 14:00 - 16:00

Price

Book now

70 DKK

50 DKK