19 Dec
Eysturoy
Free
Matur & Drekka

Tunnilin letur upp

x

Eysturoyartunnilin verður leygardagin hátíðarhildin á Skálafjørðinum. Í Runavíkar økinum hava vinnulív, einstaklingar og felagsskapir spíla seg út, og fyriskipa ymisk tiltøk. Harumframt seta jólaskipið, jólamenn, jólaperur og jólaprýði sín dám á økið.

Handlarnir hava opið til kl. 22, so tað verður ómakaleyst at avgreiða allar jólagávurnar tunnilsdagin.

Snotuliga Skótahúsið við Løkin fyrireikar jólacafé, har borðreitt verður við súpan og onkrum leskiligum omaná.

Í Doktaragarðinum í Heiðunum, nærindis Gulasteinsvegi og Heiðavegi, er ein forvitnislig jólaframsýning sett upp. Tríggjar hugnaligar smáttur, skrýddar við bommum, standa á grasfløtuni. Í einari av smáttunum ber til at keypa dónuts og kaffi.

Í Æðuvík er Jólabygdin opin frá 15-20. Til ber at vitja Jólacafé´ina “To Go” og at keypa vørur frá Olafsdóttir.

Í Saltangará hava Hildarleir og Anette Sonne sett upp eina forvitnisliga søluframsýning í sýnisgluggunum nærindis Radiobúðini á Heiðavegi 52.

 

Kom og vitja okkum á Skálafjørðinum, nú Eysturoyartunnilin letur upp. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Address

Visit Runavík

Heiðavegur 13
600 Saltangará
Eysturoy

Date

19 Dec

Price

Free