25 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Summarframsýning í Smidjuni í Lítluvík

x

Spennandi summarframsýning í Smidjuni í Lítluvík.

Sofus sigur soleidis um framsýningina:

Spildurnýggj verk í olju og akrýl. Málningarnir eru lættir men tó fastir í skapi – myndevni er serstaka bygdalandslagid, sum fyri meg, er ein ótømiligur brunnur – ein kelda sum eg aftur og aftur kann oysa uppúr. Listarligi arvurin eftir Jack Kamphmann, R.Smith, og I av Reyni – hevur altíd fylgt mær – Eisini íblástur frá ødrum, men tad er serliga tad konkreta sum eg elski – ein semi abstraktur formur, har sjálv litflatan er samansett av komplimentær litum sum mótvegis tí einfaldu svørt/hvíta mátanum at fáa okkurt at líkjast – soleidis eru mínir málningar. Føddir av eini djúpari sansaligari uppliving , har myndevni eru fragmentir og sublimar avspeglingar av onkrum sum eg havi sæd og sum eg minnist. Tad eru hugmyndir úr minninum – myndinar eru av hesi orsøk, hvør í sær, eitt serstakt verk, sum ongantíd følnar.
Eg búgvi í Danmark og eri umbodaur av Sct Gertrud Galleri í Keypmannahavn sum er á nógvum messum og listasøvnum.

Address

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

25 Jun

Price

Free