09 Jul
Eysturoy
Free

Setan av Eystanstevnu/Føroyaleikum

x
Jón Hestoy, Niclas og Lena, Taekwondo, estetiskur fimleikur, Nes Sóknar Musikkfelag og Torbjørn Jacobsen
Fríggjakvøldið 09. juli. kl. 17.00 verður setan av Eystanstevnu og Føroyaleikum í Løkshøll
Í ár verður Eystanstevnan løgd í samband við Føroyaleikir, sum verða fyriskipaðir kring landið hetta vikuskiftið. Hetta kemur at merkja setanina í Løkshøll, har ymisk innsløg vera.
Jón Hestoy, varaforseti í Ítróttasambandi Føroya, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri bera fram røður.
Trúðfasta hornorkestur okkara, Nes Sóknar Musikkfelag, kemur sum so mangan áður at seta ein háðtíðarligan dám á setanina. Dúgliga venja tey hvørt mikukvøld undir sera stinnari leiðslu av fryntliga Ken, og ferðast tey javnan út um landoddarnar at framføra.
Økið er eisini ríkað við øðrum sera dugnaligum tónleikarum, og koma tvey teirra, Niclas Johannesen og Lena Andersen, at framføra.
Taekwondofelagið Hwarang Føroyar og estetiska liðið Rósan hjá Støkk stenda fyri ítróttarligu innsløgunum á setanini. Tey geva okkum brellbitar frá ítróttargreinum sínum.
Alt í alt verður hetta ein sera áhugaverd setan við spennandi røðarum, taekwondo, fimleiki, hugnaligum horntónleiki, og tónleikaframførslu á hægsta føroyska stigi.
Eystanstevnan og Føroyaleikirnir verða sett fríggjarkvøldið, 9. juli kl. 17.00 í Løkshøll.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

09 Jul 17:00

Price

Free