13 Apr
Eysturoy
100 DKK
Tónleikur

NEW ORLEANS ORKESTRIÐ EITIL

x
Book now

Serstaki tónleikurin úr New Orleans, ið verður mettur verða føðistaðurin hjá jazz-tónleikinum, hevur funnið sær veg inn í Løkshøll.

New Orleans tónleikur er ein blandingur av gospel, jazz og country frá 1920’unum, tá myrku fólkini har á leiðini fingu ljóðføri í hond. Burturúr hesum er sprottin ein røð av ymiskum tónleikastílum, við íblástri úr eitt nú Sicilia og Cuba.

New Orleans jazzur er livandi, festligur og ríkur tónleikur, ið livur væl millum tey tíggju í føroyska New Orleans orkestrinum EITIL. Tónleikararnir í orkestrinum eru millum oddvitini innan síni ljóðføri í Føroyum. Tey, ið manna orkestrið, eru: Ingrid Højgaard, Jensia Højgaard, Johanna Sofía Petersen, Bernhard Petersen, Rúni K. Mouritsen, Atli K. Petersen, Eirikur Skála, Ólavur Olsen, Johan Hentze og Oddur Magnusson.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

13 Apr 20:00

Price

Book now

100 DKK