11 Aug - 04 Sep
Eysturoy
200 DKK
Annað

Millum vinkur og hekklinálir

x

Far við bindiklubbanum inn á Skálafjørðin til fjølbroyttar verkstovur í handlinum hjá Dianu, sum er millum lekkrastu ítrivshandlar í landinum. Dagurin byrjar í handlinum við kaffi og heimabakstri, meðan Dianu greiðir frá sínum virksemi. So byrja verkstovurnar. Tit binda og seyma, hekkla serviettar og brodera navn í lappar ella toystykki við teirri serligu broderimaskinuni. Alt eftir hugi, kann hvør luttakari royna fleiri verkstovur ella hugsavna seg um eina. Diana, Oddvør og Sunrid vegleiða og vísa, hvussu ein ger. Tit fáa arbeiðið og ein posa við ymsum tilfari heim við og serprís í handlinum.

Aftaná verkstovuna, viðmæla vit ein betri bita í Garðahúsinum, Hanusarstovu, Cafe Cibo ella Hotel Runavík.

Kostnaður: 200 kr.

Dagar:

Leygardag kl. 11.00 til 12.30

Mikudag kl. 16.00-17.30.

Við í prísi: Kaffi/te og kaku

Møtast: í handlinum Diana á Heiðavegi 56, Saltangará

Luttakarar:

í minsta lagið 5

Í mesta lagið 20

:https://eysturoy.booklocal.fo/#/package?id=31

 

 

Address

Visit Runavík

Heiðavegur 13
600 Saltangará
Eysturoy

Date

11 Aug 2021 16:00 - 17:30
14 Aug 2021 11:00 - 12:30
18 Aug 2021 16:00 - 17:30
21 Aug 2021 11:00 - 12:30
25 Aug 2021 16:00 - 17:30
28 Aug 2021 11:00 - 12:30
1 Sep 2021 16:00 - 17:30
4 Sep 2021 11:00 - 12:30

Price

200 DKK