21 Feb
Eysturoy
Free

Kveikingardagur til stuttsøgukapping

x
Á Bókasavninum við Løkin fara Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjelnæs at geva ráð um, hvussu tú byrjar og skrivar eina góða søgu.
Øll eru hjartaliga vælkomin við at fáa íblástur til at skriva
Kveikingardagurin verður hildin í sambandi við stuttsøgukapingina sum verður til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Kappingin er opin, og øll kunnu luttaka. Vinnararnir verða kunngjørdir á Mentanarvikuni
– lýst verður seinni við skránni.
Stuttsøgan skal vera í mesta lagi tríggjar A4 síður (1.200 orð).
Hon skal vera skrivað á føroyskum og sendast til lokin@lokin.fo í seinasta lagi 2. apríl kl. 18.00.
Vinningar verða latnir í tveimum bólkum:
– Ein til stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum (kr. 8.000)
– Ein til stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum (kr. 8.000)
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.
Skriviskeið – 7. mars frá kl. 14-17:
Ókeypis skriviskeið við Rakel Helmsdal á Bókasavninum við Løkin. Tilmelding á lokin@lokin.fo

Address

Bókasavnið við Løkin

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

21 Feb 15:00

Price

Free