27 Nov - 28 Nov
Eysturoy
Free
Annað

Jólatrøini verða tendrað í Runavíkar kommunu

x

Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í.

Í ár verða jólatrøini í kommununi tendrað 27. og 28. november.

Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.

LEYGARDAG 27. NOVEMBER
16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Magnus Rasmussen heldur røðu.
18:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Birna Mikkelsen heldur røðu.
19:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Georg eystan Á heldur røðu.
19:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Bingerð Fosságil heldur røðu.
SUNNUDAG 28. NOVEMBER
14:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.
15:00 Brandbilurin vitjar í Lamba.
15:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Æðuvík. Meinhard Bjartalíð heldur røðu.
16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Henning Bøgesvang heldur røðu.
17:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.
17:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.
18:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Sigmar Bláberg heldur røðu.
Vit minna á tilmælini um reinføri og um at halda frástøðu.

Address

Visit Runavík

Heiðavegur 13
600 Saltangará
Eysturoy

Date

27 Nov 2021 15:30
28 Nov 2021 14:00

Price

Free