26 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Ráðstevnur

Hvussu hjálpa vit børnum, sum syrgja? - Ókeypis fyrilestur

x
Book now
Krabbameinsfelagið skipar fyri ókeypis fyrilestri

Tá ið børn uppliva, at onkur í nærmastu familjuni er álvarsliga sjúkur ella doyr, ræður um at hava í huga, at mátin, barnið syrgir uppá, botnar í, at tað ikki bara er ein avvarðandi hjá barninum sum er deyður ella er álvarsliga sjúkur, men at tað harumframt eisini eru lívskorini hjá barninum, sum eru kollveltandi broytt.

Barnið hevur tørv á hjálp frá teim vaksnu, so tað megnar broyttu lívskorini, sama hvat orsøkin til sjúkuna ella deyðan er, ella hvussu ógvuslig støðan er. Men tá ið sorgarleikurin rakar – og tað hendir tíanverri nógv oftari, enn vit brýggja okkum um at hugsa um – tá kunnu vit ikki lo ngur bara lata ábyrgdina fyri trivnaðin hjá barninum upp í hendurnar á foreldrunum og teimum avvarðandi. Fleiri mugu hjálpa til.

Soleiðis, sum vit hava innrættað samfelagið í dag, eiga vit eisini at hugsa um at inndraga tey vaksnu, sum frá mánadag til fríggjadag eru um barnið í dagtímunum – ofta í nógv størri mun enn foreldrini sjálvi. T.v.s. námsfrøðingar, hjálparfólk, lærarar, heilsustarvsfólk, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, prestar og starvsfólk í frítíðartilboðum. Umframt onnur avvarðandi sum eru rundanum barnið.  Øll hesi kunnu hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at barnið kemur trygt ígjøgnum barnaárini hóast sorg, sakn og pínu.

Fyrilesturin tann 26. september varpar ljós á, hvussu tú kanst vera ein góður hjálpari, tá ið tú sum vaksin kemur í samband við eitt barn, sum syrgir. Fyrilestrarhaldari er Per Bøge barna- og ungdómsleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse.

Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 26. september kl. 19.00 – 21.30, steðgur verður miðskeiðis i fyrilestrinum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 Sep 19:00 - 21:30

Price

Book now Free