05 Aug - 09 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

HáTrýsT

x

Passión fyri prenti
Listagrafikkbólkurin HáTrýsT hevur framsýning í Smiðjuni 5. til 9. august.

Onkuntíð hugsar tú: hvat er tað, sum sameinir ein bólk av fólki? Hví eru tey vinfólk, hví trívast tey so mikið væl saman, at tey velja at vera saman, gera verkætlanir, veitslur o.a. saman, um tey ikki eru bundin av ættarbandið, uppvøkstri, stað ella arbeiði?
Sum oftast vil svarið vera: Passión!
Hetta er eisini svarið uppá, hví seks sera ymiskar kvinnur fyri aðru ferð hava framsýning saman: eldhugað passión fyri grafiskum prenti.

Tilvildin vildi, at 5 kvinnur hittust fyri fyrstu ferð, tá tær høvdu framsýning saman í februar 2021. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík eydnaðist á so nógvar mátar ótrúliga væl, kanska einamest tí hon skapti eitt vinarlag tvørtur um øll mørk, aldur, starv, stað… Tær høvdu allar brennandi áhuga at granska alt innan grafiskt prent og høvdu møguleika at læra av hvørjari aðrari. Síðani er bólkurin vaksin við einum luttakara og 5. august lata tær aftur upp í Smiðjuni.

Tær 6 í HáTrýstT eru: Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Marjun J. Hentze, Rakel Helmsdal og Rikke Bak og spennið er vítt innan prentteknikkir og myndaevni. Hesaferð eru so ymiskir teknikkir sum skurðprent, gelprent, carborundumprent, turrnál og cyanotypi við á framsýningini.

Fernisering verður fríggjadagin 5. august kl. 16. Øll eru vælkomin til eina hugnaliga løtu.

Address

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

5 Aug 2022 16:00 - 20:00
6 Aug 2022 10:00 - 18:00
7 Aug 2022 14:00 - 18:00
8 Aug 2022 12:00 - 18:00
9 Aug 2022 12:00 - 18:00

Price

Free