02 Dec - 06 Dec
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

"Eygleiðingar" í Smiðjuni í Lítluvík

x

Á framsýningini er serliga talan um málningalist.

Edith sigur sjálv soleiðis um framsýningina:
“Eygleiðingar úr mínum “dagliga lívi” her heima í Føroyum – og higani út í heim. Heimurin sær annarleiðis út í dag, í mun til fyri stuttari tíð síðani. Broytingar og ósvaraðir spurningar standa fyri framman, bæði fyri tann einstaka og fyri fjøldina. Hetta fær meg at seta spurningar, endurspegla støður og leita fram til loysnir. Tað er tað, sum hevur givið íblástur til myndaevnini á hesari framsýningini”
Um listakvinnuna:
Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðs-starv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt listaframsýningar her heima og uttanlands. Við síðuna av sínum egna listarliga arbeiði, samskipar Edith m.a. listarlig tiltøk og undirvísir innan skapandi tøkni hjá LITBRIGDI. Eisini hevur hon listprýtt bókaútgávur og annað.

Fernisering er fríggjadagin 2. desembur kl. 16.00
* Listakvinnan greiðir frá evninum og arbeiðinum í sambandi við framsýningina.
* Lena hevur tónleikaframførslu.
* Borðreitt verður við góðum til góman.
Øll eru hjartaliga vælkomin…

Opið er í soleiðis í Smiðjuni í Lítluvík um vikuskiftið:
Fríggjadagin 2. des frá kl. 16.00 til kl. 19.00
Leygardagin 3. des frá kl. 12.00 til kl. 18.00
Sunnudagin 4. des frá kl. 14.00 til kl. 18.00
Mánadagin 5. des og týsdagin 6. des frá kl. 12.00 til kl. 18.00

Address

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

2 Dec 2022 16:00 - 19:00
3 Dec 2022 12:00 - 18:00
4 Dec 2022 14:00 - 18:00
5 Dec 2022 12:00 - 18:00
6 Dec 2022 12:00 - 18:00

Price

Free