14 Aug
Eysturoy
50 DKK
Palllist

Dansiframførsla: Risin og kellingin

x
Book now

Hvørjar kropsligar framsøgnir og avleiðingar eru, tá náttúrunnar megi er miðdepilin í eini koreografiskari skapandi menningartilgongd? Hvat eru Risin & Kellingin ímyndir av? Hvussu verður søgnin tulkað úr einum svenskum sjónarhorni?

Hetta kunnu tit síggja leygardagin 14. august kl. 15 í Løkshøll.

Í tvær vikur hava tríggir yrkiskoreografar tulkað og viðgjørt søgnina handan stakkarnar “Risin og Kellingin”. Í samspæli við níggju yrkisdansarar hava tey tilevnað tað tilfarið, ið verður at síggja á pallinum hetta kvøldið. Sýningin er soleiðis samansett av trimum ymiskum dansiverkum, ið hava somu søgn sum útgangsstøði, men har listaliga tulkingarfrælsi hevur staðið koreografunum frítt fyri.

RIVA er føroya fyrsta dansivirkið fyri yrkisdansarar, og er hetta fyrsta verkætlanin hjá virkinum.

Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá virkinum: www.riva.fo.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

14 Aug 15:00

Price

Book now

50 DKK