04 Feb
Eysturoy
160 DKK
Tónleikur

Brimheim & Hús í Mentanarhúsinum

x
Book now
Fríggjadagin 4. februar kl. 20 verður spennandi dupultkonsert við Brimheim og Hús í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bussur koyrur frá Norðurlandahúsinum kl. 18.30, og aftur til Havnar eftir konsertina. Bussurin er ókeypis, og takka vit Norðurlandahúsinum fyri hesa tænastu.
Brimheim
Føroyska-danska sangarinnan byrjar stóra útgávukonsertferð í Føroyum.
“F*** eg dugi illa at liva lívið” sigur Brimheim um seg sjálva. Tó so hevur hon livað nóg nógv til at skapa ein óvanliga vakran goth-popp heim, har ein sorgarbundin gittari saman við hennara djúpu, inniligu rødd kann fáa tíðina at standa í stað.
Handan navnið Brimheim finnur tú sangaran og sangskrivaran Helenu Heinesen Rebensdorff, hvørs listafólkanavn leiðir tankarnar aftur til hennara føroyska uppruna. Brimheim hevur eitt kensluligt myrkur og eitt rátt gátuføri. Tekstirnir eru fullir av angist, eymleika og spurningum um tilveruna, men sorgblídnið er altíð fevnt av humor og vón.
Brimheim gav sína fyrstu útgávu “Myself Misspelled” út á heysti 2020 og fekk stórt rós frá alskyns donskum miðlum. Staklagið “Exquisite Bliss” bleiv harafturat “Ugens Uundgåelige” á P3. Brimheim varð sama ár eisini tilnevnd ummælaraprísin “Steppeulven” í kategoriini “Årets håb”.
Nýggja útgávan hjá Brimheim kemur í januar 2022, og í tí sambandi fer hon á eina stóra konsertferð, har hon vitjar 14 býir – 2 í Føroyum og 2 í Danmark
HÚS – Eitt heitt klemm av elektronika
Tónleikurin er instrumentalur, filmiskur og dreymakendur. Hann hevur í løtum ein immateriellan dám, og hetta endurspeglar væl tað ófáiliga. Tónleikurin er settur saman av akkustiskum streingjafingraspæli, elektroniskum klangum, programmeraðum trummum og tilvitaðari framleiðslu. Talan er um huglagsríkan og ambientan tónleik sum dyrkar klang, tekstur og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Framleiðslurnar eru lumpisliga einfaldar, tí tær byggja mangan á einføld hugskot, men kortini er nógv at fara eftir í sjálvum soundinum. Og tak ikki feil: Hús hevur sítt egna sound. Við fáum amboðum megnar hann at skapa sín egna ljódliga alheim.

 

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

04 Feb 20:00

Price

Book now

160 DKK