26 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Verkstovur

Altjóða Master Class: Nútíðar sirkus

x
Book now
Til dansarar, sjónleikarar og listafólk annars

Kundi tú hugsað tær at ment tíni evni at framføra og at arbeiða við kroppinum? So er hesin Master Class júst nakað fyri teg.

Við støði í arbeiðsháttinum, sum verður nýttur í nútíðar sirkusi, verður arbeitt við kroppinum og við tyngdarmáttinum. Vant verður við javnvág í ymiskum støðum, bæði í stillari støðu og gjøgnum rørslu fyri at sansa meiri og fyri at megna at nýta kroppin enn betur – venjingarnar skifta ímillum einstaklinga- og felagsvenjing.

Tey, ið undirvísa, eru Miriam de Sela, sum er úr USA, og Joël Colas, sum er úr Frankaríki. Miriam hevur verið sirkuslistafólk síðani hon var 9 ára gomul, við sergrein sum akrobatur og sum reiggjusnillingur. Joël er somuleiðis sirkuslistafólk. Hann er lærdur klovnur og línudansari frá C.N.A.C in Chalons en Champagne. Miriam og Joël hava arbeitt og livað saman seinastu omanfyri 20 árini og hava tey víst síni kynstur fram kring allan heim.

Ætlanin við hesum Master Class er at fáa eina ítøkiliga kropsliga uppliving við einføldum prinsippum úr jarðalisfrøðini. Fyri at kunna varnast – ella finna aftur – sansir, er neyðugt at gerast tilvitaður – bæði andliga og kropsliga – um hvørjir møguleikar og hvørjar avmarkingar eru. Arbeitt verður við at víðka um sjónarmið og rannsakan. Samanumtikið er hetta skeiðið ein læring í at byggja upp sjálvsálit og álit á onnur.

Hetta skeiðið, sum vit rópa Master Class er serliga ætlað dansarum, sjónleikarum og listafólki. Skeiðið er ókeypis! Tó er neyðugt við tilmelding.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 Sep 17:00 - 21:00

Price

Book now Free