08 Mar
Eysturoy
150 DKK
Ráðstevnur

Konubrot og Britubrim

x
Book now
Altjóða kvinnudagurin verður hildin í Mentanarhúsinum týsdagin 8. mars við heitinum Konubrot og Britubrim!
Kl. 18 letur Mentanarhúsið upp við lekkrari kafé við ‘konubitum’ – smáum, løttum rættum, sum kunnu setast saman eftir svongdini – og FemiVíni, sum er náttúruvín frá kvinnuligum vínbóndum. Í meðan kunnu tit njóta klavertónar frá kvinnuligum komponistum og listina á vegginum.
Kl. 18.20 tosar Dorit Hansen við Rannvá Holm Mortensen um yrkingasavnið Vármjólk, (Sprotin), ið kemur út á sjálvum kvinnudegnum
Kl. 19.30 byrjar sjálvt haldið, eisini í KvF, tá Rønn Eliasen, mentanarleiðari, bjóðar vælkomin.
Liljan Weihe er orðstýrari og fer at stýra tveimum sofaprátum:
“Mansstýrið? Nei, álvaratos!” við Bjørgfríð Ludvig, Ruth Vang, Eyðdis Hartmann Niclasen og Ingilín Strøm; og
“Kveikjandi reyðsing – eitt blomstrandi samfelag” har Erika Hayfield leggur út, og síðani koma Barbara Apol og Tóra við Keldu við í kjakið.
Eisini verður statt-upp við Elisu Vang; Guðrið Hansdóttir og Benjamin Petersen syngja og spæla fyri okkum; og Mai Laksáfoss, forkvinna í Javnstøðunevndini, gevur okkum eitt útspark.
Aftaná kl. 21, tá KvF er givið at senda, koma ungu kvinnurnar í Gentuvesinum á pallin, og síðani verður opin mikrofon.
Luttakarar uttanfyri skránna: Gentuvesið (kjak), Gøtu Kirkju Ungdómskór (sang), ‘Kókikonurnar Patursson’ (kafé), Bárður Dal Christiansen (list), Anki (klaver), Rannvá Holm Mortensen (yrkingar), Sigga í Hoyvík (leirlist)
GG!! KvF sendir beinleiðis frá tiltakinum frá kl. 19.30 – 21.00. Tí verða dyrnar stongdar kl. 19.20. Nøkur innsløg eru áðrenn og aftaná almennu skránna.
Bussur koyrir úr Havn. Bíleggið pláss á atgongumerki.fo
Gleðið tykkum til eitt kveikjandi og skemtiligt kvøld í góðum selskapi og hugnaligum umhvørvi!!

 

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

08 Mar 18:00

Price

Book now

150 DKK